Gávukort frá FK

– eitt frálíkt gávuhugskot!

Talgilda gávukortið hjá FK bæði fæst og kann brúkast í øllum FK handlum.

Kortið hevur talgilda skráseting av saldo og tá ið keypt verður við gávukortinum, verður keypsupphæddin sjálvvirkandi drigin frá upphæddini á kortinum. Tú sært salduna á gávukortinum við at spyrja við kassan.

Gávukortið er galdandi í fimm ár frá útgávudegi.

Gávukortið hjá FK er eisini frálíkt gávuhugskot, tí til ber sjálvandi at velja millum allar vørur, ið fáast í FK – til lukku, til gleði og til matna.