Änglamark

Änglamark er vistfrøðiliga vørumerkið hjá FK. Änglamark-vørurnar eru antin vistfrøðiligar ella merktar við Svanamerkinum, Asthma Allergy Nordic ella Fairtrade. Änglamark fæst bert í FK.

Í mong ár hevur FK arbeitt við at víðka um úrvalið av vistfrøðiligum vørum. Vøruúrvalið er fjølbroytt og fevnir bæði um matvørur, persónliga røkt og vørur til húsarhaldið.

Øll egg, ið FK selur, eru vistfrøðilig ella undan fríttgangandi hønum, og allar bananir í FK eru vistfrøðiligar.

Ein góð blæa, sum klárar eitt sindur av hvørjum – skapað við ansni fyri bæði børnum og umhvørvi.

Svanamerkið: almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum
Asthma Allergy Nordic-merkið: vørur uttan luktilsi
FSC-merkið: umhvørvisvinarligt tilfar

Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at vit bjóða vørur, sum gera tað lættari fyri tykkum at velja grønari í gerandisdegnum – uttan at minka um krøvini til góðsku.
Tí eru vit errin av at hava Änglamark sum ein part av okkara vøruúrvali!